U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

Dysturin í dag byrjaði ikki í somu ferð, sum teir undanfarnu dystirnir. Stóra verjan hjá Eysturríki hevði fínt tak á føroyska álopinum fyrstu løtuna, og okkar høvdu trupult við at spæla seg til stórar málmøguleikar. Eftir nakrar minuttir byrjaði duellspælið at rigga, og hetta lat dystin upp. Vit jagstraðu fyrstu løtuna, og tað eydnaðist væl. Tað var javnleikur 6-6 tá vit vóru komin í helvt í fyrra hálvleiki. So dró Eysturríki frá aftur. Føroyar vardu hampuliga væl í 5-1 verjuni og Jákup Egholm var eyðsýndur í verjupartinum. Hann stóð eisini fyri at avgerða teir flestu bóltarnar í álopinum. So kom glið á málskjótingina, tá fyrri hálvleikur var liðugur hevði Jákup skorað sjey mál.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri. Fleiri mistøk í báðum endum settu dám á spælið. Eysturríki var fyrst til at finna aftur til tað góða spælið. Føroyar valdu at royna at leypa á við sjey. Hetta eydnaðist ikki væl. Hetta var millum annað tí at eysturríski málverjin stóð sera væl hesa løtuna. Tá vit misnýttu málmøguleikar revsaði Eysturríki við at kasta í tóma málið. Eina løtu vóru fimm mál á muni.

Føroyar gjørdu eina síðstu roynd. Fyrst skoraði Pauli Rasmussen, og Bjarni Gunnarson Jacobsen stórbjargaði tvær ferðir. Jákup Egholm skoraði aftur, og Jógvan Andrias Lamhauge kom á vøllin, og hann tók av møguleikanum beinan vegin. Hann skoraði tvær ferðir á rað, og so vóru trý mál á muni aftur. Føroyar høvdu bóltin og kundu minka niður í tvey, men tað var sum um at bólturin ikki vildi inn í málið, tá vit skuldu koma nærri við Eysturríki.

Síðstu løtuna dró Eysturríki frá aftur. Vit fingu ikki revsað mistøkini hjá Eysturríki á sama hátt sum okkara vórðu revsað. Tá sjey minuttir vóru eftir at leika, var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Ósigurin hevur við sær, at Føroyar enda nummar 12 í kappingini. Við tólvta plássinum er HM-luttøka komandi summar tryggjað fyri hendan aldursbólkin. Kappingin kann sostatt sigast at vera væl eydnað.

Rúnar Hammer varð kosin besti leikari fyri Føroyar í dag.

Dystargongdin Eysturríki – Føroyar

10 min. 5-3

20 min. 9-8

30 min. 16-15

40 min. 21-18

50 min. 26-22

60 min. 30-25

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jákup Egholm 8

Rúnar Hammer 6

Jón Eyðunsson Midjord 3

Torkil Dahl 2 (1)

Jógvan Andrias Lamhauge 2

Filip Haldansen 1

Erling Erlendsson 1

Fríði Holm í Innistovu 1

Pauli Rasmussen 1

Málverjar:

Bjarni Gunnarson Jacobsen.  20 min. 4 bjargingar

Ingi Johannesen.  40 min. 6 bjargingar

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni