Føroyingar fóru frá finnum í 2. hálvleiki við frálíkum álopsspæli og sterkari verju. Boas Ellefsen á Skipagøtu og blaðungi Jónas Fossabrúgv skaraðu framúr í álopinum, og heildin hekk saman í fyrsta endaspælsdysti teirra.
Beint sum Beinir Johannesen setti punktum fyri ólavsøkusøkurøðuna í løgtinginum, fóru føroysku U18-menn í eldin í Beograd. Og tað fór ikki friðarliga fyri seg: Føroyingar spældu í stóran mun flottan hondbólt hendan seinnapartin í Beograd og vunnu við sjey málum.
Fyrsti endaspælsdysturin hjá 08- og 09-árgangunum var móti Finnlandi. Fyri stegðin leikaði javnt á. Eftir heldur trupla byrjan við brendum føroysku málmøguleikum og 1-4, komu føroyingar skjótt fyri seg og vóru nakað betri. Álopið koyrdi væl, men finnar skoraðu ov lætt breitt á vøllinum.
Føroyar vóru á odda við einum í steðginum og fóru frá fyrstu løtuna eftir steðgin.
Hetta var við framhaldandi góðum og effektivum álopsspæli, har serliga Boas Ellefsen á Skipagtøtu og Jónas Fossabrúgv gingu á odda við snildum og sannførandi skotum. Í 2. hálvleiki skoraðu Føroyar nærum eftir vild.
Men tað var sanniliga eisini við stinnari verjuspæli. Teitur Bogason og Hugin Halgirsson stóðu væl mitt fyri, Axel Holm Simonsen á einum bakki og Gabriel Skeel Árnason, sum eisini avrikaðu flott í álopinum, hinumegin.
Sum leið var eingin ivi. Føroyar spældu sannførandi, meðan finnar hvørki fingu steðgað Boas og teimum ella funnið loysnir nóg ofta í álopinum.
Toppskjútti og dagsins spælari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (13 mál)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 13 (1)
Jónas Fossabrúgv 7
Axel Holm Simonsen 4
Jóan Petur Mortensen 3
Gabriel Skeel Árnason 3
Hugin Halgirson 3
Mortan Eyðunarson 2
Teitur Poulsen Hellisdal 2
Teitur Bogason 1




