Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Starvið er ein liður í uppraðfesting av dómaraøkinum í Føroyum og fevnir m.a. um útbúgving av dómarum og eygleiðarum, áseting av dómarum og annars alt dagligt samskifti við feløg, dómarar og eygleiðarar.

Gabriel er 34 ára gamal og hevur røtur í hondbóltsfamilju í Vestmanna, har hann eisini búleikast.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF. Starvið er ein liður í uppraðfesting av dómaraøkinum í Føroyum og fevnir m.a. um útbúgving av dómarum og eygleiðarum, áseting av dómarum og annars alt dagligt samskifti […]

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni