Kyndil og VÍF úti úr European Cup

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Í báðum førum var avrátt, at dystirnir skuldu spælast á sama staði, har samanlagdi vinnarin kom víðari.

Hjá Kyndli gekst betri í fyrra dystinum, sum var leygardagin (minus fýra). Í dag var munurin sjey mál í steðginum, og eftir at floytan ljóðaði seinastu ferð í Ferlach.

VÍF skapti nakað av spenningi í Trogir. Vestmenningar vóru á odda í steðginum sunnukvøldið, tá seinni dysturin var. Men tað eydnaðist ikki at halda stásið við líka, og kroatar vunnu aftur.

Tó fingu bæði liðini fínar royndir í evropeiskari kapping – móti liðum úr góðum hondbóltstjóðum. 

European Cup 1. umfar – seinni dystirnir
Sunnudagin 13. september

SC Kelag Ferlach – Kyndil 29-22 (18-11)
Samanlagt vann liðið úr Eysturríki við 11 málum

Sí meira um dystin her

MRK Trogir – VÍF 30-34 (17-16)
Samanlagt vann liðið úr Kroatia við 9 málum

Sí meira um dystin her

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin. Í báðum førum var avrátt, at dystirnir skuldu spælast á sama staði, har samanlagdi vinnarin kom víðari. Hjá Kyndli gekst betri í fyrra dystinum, sum […]

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni