Kvinnulandsliðið úttikið

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Hartil luttaka Lukka Arge og Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 í venjingunum 18. og 19. oktober.

Landsliðið savnast í Føroyum sunnudagin 18. oktober og venja í Føroyum fram til mikudagin 20. oktober, tá ferðast verður til Eysturríkis, har tveir vinardystir eru á skrá. Hin fyrri verður hósdagin 22. oktober kl. 17.00 og hin seinni leygaragin 24. oktober kl. 16.15.

Tveir dystir eru eisini á skrá í november áðrenn EM-endaspælið. Talan er um Golden League í Noreg móti ávikavist Noreg, hósdagin 26. november, og Danmark, leygardagin 28. november. Fyrsti dystur hjá Føroyum í EM-endaspælinum er leygardagin 5. desmber kl. 19.30 móti Ukraina.

Rimmar H71 avrik

23. november 2026

H71 eru í áttandapartsfinaluni í European Cup. Tað er søguligt í føroyskum manshondbólti, og hava mennirnir í Hoyvík nú gjørt H71-kvinnunum eftir, sum eisini komu í áttandaparstfinaluna í 2023. H71 vunnu tilsamans 62-61 móti KPR Ostrovia úr Póllandi.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

Ein loysn frá Sendistovuni