Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Talan eru um innleiðandi dyst, har vinnarin skal møta Tjaldur um eitt pláss í bólkaspælinum. Mikudagin í næstu viku møtast eisini KÍF 2 og H71 2, har vinnarin eisin fær eitt pláss í bólkaspælinum. Bólkaspælið hjá monnum byrjar vikuskiftið 24. – 25. oktober. Bólkaspælið hjá kvinnum byrjar mikudagin 4. november. Hjá kvinnunum luttaka bert liðini úr SMS deildini.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play. Talan eru um innleiðandi dyst, har vinnarin skal møta Tjaldur um eitt pláss í bólkaspælinum. Mikudagin í næstu viku møtast eisini KÍF 2 og H71 2, […]

Neistakvinnur og H71 víðari

5. oktober 2026

Bæði Neistakvinnur og H71 megnaðu at spæla seg víðari úr øðrum umfarið í European Cup hjá kvinnum. Komandi vikuskiftið skulu VÍF-kvinnur eisini royna seg.

Ein loysn frá Sendistovuni