Bæði Neistakvinnur og H71 megnaðu at spæla seg víðari úr øðrum umfarið í European Cup hjá kvinnum. Komandi vikuskiftið skulu VÍF-kvinnur eisini royna seg.
Neistakvinnur spældu á útivølli í Kosovo, og vunnu tær báðar dystirnar móti KHF Samdrexha. Neistin vann fyrra dystin 28-23 og hin seinna 25-24.
H71 spældu báðar dystirnar á heimavølli í Hoyvíkshøllini, har tær vunnu fyrra dystin móti HB Dudelange úr Luksemborg 41-38 og hin seinna 40-24.
VÍF-kvinnur spæla báðar sínar dystir á útivølli, eins og neistakvinnur í Kosovo, har tær møta KHF Ferizaj. Dystirnir vera ávikavist fríggjadagin 9. okt. kl. 19.00, føroyska tíð, og sunnudagin 11. okt. kl. 16.00.
Triðja umfar í European Cup hjá kvinnum verður leikt í tíðarskeiðnum 6. – 15. november.


Mynd: H71
