Saman um barnahondbóltin

Nú byrjar barnahondbólturin av álvara. Komandi leygardag verður fyrsta U7/U8-kappingin, U10-landskappingin byrjar, og sunnudagin verður Heystkappingin hjá U12.

Í sambandi við barnahondbóltin hava vit gjørt ein faldara, sum lýsir endamálið við barnahondbóltinum, varpar ljós á tey virði, sum skulu eyðkenna barnahondbóltin, og vegleiðir um, hvussu vit skapa góðar karmar kring børnini, tá tey spæla hondbólt.

Útgangsstøðið er einfalt: Barnahondbólturin skal taka støði í børninum og tí góðu hondbóltsupplivingini.

Tryggleiki, menning og stuttleiki skulu vera gjøgnumgangandi virði í barnahondbóltinum. Børnini skulu tora at royna seg, gera mistøk og læra í sínum egna tempo. Øll skulu fáa møguleika at spæla, vera virkin í spælinum og fáa avbjóðingar, sum hóska til teirra støði.

Menning skal ganga fram um úrslit. Tað týdningarmesta er ikki, hvør vinnur dystin, men at børnini hava tað stuttligt, læra nakað og fara heim aftur við einari góðari kenslu og hug at koma aftur til næstu venjing ella kapping.

Tey vaksnu rundan um barnahondbólti, venjarar, dómarar, foreldur og feløg, hava eina felags ábyrgd at fáa hetta at virka. Vit skulu stuðla og eggja børnunum, vísa virðing og skapa eitt umhvørvi, har tey kenna seg trygg, og sum ein part av felagsskapinum. Lat børnini eiga spælið. Tey vaksnu skapa karmarnar.

Faldarin er at finna her:

Vit ynskja øllum børnum, venjarum, foreldrum, dómarum og feløgum eitt gott kappingarár.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni