H71 gott útgangsstøði

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Kroatiska liðið slóg VÍF út í fyrsta umfarið av European Cup kappingini, har teir vunnu báðar dystirnar, ávikavist 25-20 og 34-30. Báðir dystirnir vóru leiktir í Trogir í Kroatia. H71 eru í trá við styrkismetingina komnir uppí kappingina í øðrum umfari, har kroatiska liðið aftur trekti eitt føroyskt lið.

H71 spældu ein rimmar dyst og vunnu greitt 34-27, eftir at H71 vóru á odda 18-16 í hálvleikinum. Seinni dysturin millum feløgini verður komandi leygardag kl. 17.00, føroyska tíð, í Trogir í Kroatia.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27. Kroatiska liðið slóg VÍF út í fyrsta umfarið av European Cup kappingini, har teir vunnu báðar dystirnar, ávikavist 25-20 og 34-30. Báðir dystirnir vóru leiktir í Trogir í […]

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Ein loysn frá Sendistovuni