Dystarblusa í triðja liti

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur.

Manslandsliðið kemur at leika í nýggja settinum til útidystin móti Montenegro á útivølli komandi sunnudag í Podgorica, og koma kvinnurnar eisini at leika myrkabláa settinum til tann triðja dystin í bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Póllandi.

Blusurnar fáast til keyps til landsdystin við Tjarnir í dag og annars í Sport24 í SMS.

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Dystarblusa í triðja liti

4. november 2026

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur. Manslandsliðið kemur at leika í nýggja settinum til útidystin móti Montenegro […]

Ongin søla við dyrnar!

3. november 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Ein loysn frá Sendistovuni