Gott stig í Podgorica

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Fyrri hálvleikur gekk sera javnt á, og var munurin ongantíð meira enn tvey mál. Tað komu nógv mál, og komu okkara leypandi lætt til kjansir. Føroyska verjan stríddist tó við stóru og tungu montenegrinararnar, har tað serliga var Branko Vujovic, sum var vandamikil við 7 málum í fyrra hálvleiki. Liðini skiftust meira ella minni um at skora, og vóru tað bert einstakir brendir málmøguleikar, sum var munurin, og var tað heimaliðið sum fór til hálvleiks við leiðsluni 18-17.

Javna gongdin helt fram allan seinna hálvleik. Eitt brent skot her og har, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Okkara stríddust tó enn við at fáa verjuna at hanga saman yvir longri tíðarskeið, men tíbetur gekk væl við at skora í hinum endanum. Føroyski spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu tók veruliga ábyrgd seinastu 10 minuttirnar, og gjørdi hann trý tey seinastu málini hjá Føroyum, tá tað veruliga stóð á.
Hepni var ikki við okkara seinastu tveir minuttirnar. Óli Mittún átti eitt greitt brotskast, tá hálvurannar minuttur var eftir, sum ikki var dømt, og so fingu Føroyar ein útvísing í seinastu verjustøðuni, sum gjørdi tað lættari hjá Montenegro at skora. Elias var nær við at avgera dystin í seinasta álopið, men gjørdi helst eitt fet ov nógv, men fekk tó eitt fríkast. Vilhelm Poulsen slapp at royna seg við beinleiðis skoti, men rakti í montenegrinska múrin og endaði tað harvið javnt, 34-34.

Næstu dystirnir í EM-undankappingini eru í mars, har Føroyar møta Ungarn, fyrst á heimavølli og síðani útivølli.

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 7
Vilhelm Poulsen 7
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 4
Bjarni í Selvindi 2
Leivur Mortensen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen, 50 min., 11 bjargingar, 29 %
Aleksandar Lacok, 10 min., 2 bjargingar, 40 %

Dystargongdin Montenegro – Føroyar:
5 min: 2-2
10 min: 5-5
15 min: 9-9
20 min: 12-12
25 min: 15-14
30 min: 18-17
35 min: 20-20
40 min: 24-23
45 min: 26-27
50 min: 30-30
55 min: 33-32
60 min: 34-34

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini. Fyrri hálvleikur gekk sera javnt á, og var munurin ongantíð meira enn tvey mál. Tað komu nógv […]

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Ein loysn frá Sendistovuni