BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul

Hondbóltssamband Føroya og BankNordik hava gjørt nýggja stuðulsavtalu.

– Vit hava sæð nógv góð hondbóltsavrik seinasta árið og vit vilja fegin gera okkara til, at møguleikarnir eru har, so menningin heldur fram, sigur Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóri í BankNordik.

HSF setti eina menningarætlan í verk í 2013 við sonevndu leikaramenningini, ið eru venjingar við børnum úr øllum Føroyum í aldrinum U12 og U14. Eisini varð landsliðsvirksemið økt munandi. Nú landsliðini spæla seg til betri úrslit, krevst størri fígging. Forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen, fegnast tí um avtaluna.

– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini. Hetta er tí ein avtala, ið ger mun, sigur Gunn Ellefsen.

Nýggja stuðulsavtalan er galdandi frá 2018 og tvey ár fram. BankNordik hevur verið høvuðsstuðul hjá hondbóltinum síðan 2016.

 

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni