Fyrilestur um ítrótt og astma

Ítróttasamband Føroya skipar í kvøld fyri fyrilestri um andingartrupulleikar í samband við ítrótt, á fakmáli stytt EILO.

Tað er Vibeke Backer, professari og yvirlækni innan lungnamedisin á sjúkrahúsinum í Bispebjerg, sum fer at greiða frá.

Vibeke Backer hevur í fleiri ár granskað í astma og serliga ringari astma – eisini í mun til ítrótt. Hon hevur m.a. sett í verk fleiri sløg av kanningum innan økið.

Vibeke Backer hevur eisini sitið í nevndini hjá Anti-Doping Danmark, í Wada, við astma og astmaviðger sum høvuðsøki og í CAS-dómstólinum. Harumframt hevur hon útgivið fleiri enn 300 vísindaligar greinar um evnið.

Fyrilesturin er í ÍSF-húsinum í Gundadali, týskvøldið 14. mars klokkan 19.00. Fyrilesturin er fyri ítróttafólki, venjarum og annars øllum áhugaðum.

EILO: Exercise-Induced Laryngeal Obstruction. (tvs. andingartrupulleikar útloystir av, tá nógv stendur á, t.d. undir harðari venjing)

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni