Føroyar taptu við trimum

A-landsliðið við kvinnum tapti 22-19 fyri Finnlandi í sínum fyrsta HM-undankappingardysti.

Føroyar fingu fyrsta málið í dystinum og lógu á odda við einum og tveimum málum allan fyrra hálvleik.  Hálvleiksstøðan var 12-10 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki haltaði í álopsspælinum. Tað varð stundum gjørt ov skjótt av, opnir møguleikar vórðu brendir, bóltar tveittir burtur og yvirtrakk varð gjørt.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki tyktist orkan hjá Føroyum at ganga undan og tá 48 minuttir vóru spældir, legði Finnland seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum og byrjaði at draga.

Føroyar spæla móti Litava í morgin kl. 15.30.

Málskjúttar:
Durita Christopherser 6, Súna K. Hansen 4, Kristianna H. Joensen 2, Turid Arge 2, Maria H. Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Ninna Johansen 1, og Bjarta Johansen 1.

 

 

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni