Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum

Kl. 17.00 í dag verður lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum. Lutakastið verður í Keypmannahavn. Lutakastið kann stroymast á youtube-síðuni hjá EHF https://www.youtube.com/user/ehfeuro

Tað eru 28 lond við í lutakastinum, har liðini verða drigin í sjey bólkar við fýra liðum í hvørjum. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, sum verður leikt í Noregi og Danmark. Liðini eru styrkismett soleiðis:

1. Frakland, Holland, Rusland, Svøríki, Rumenia, Montenegro og Týskland.
2. Serbia, Kekkia, Ungarn, Spania, Slovenia, Pólland, Kroatia
3. Eysturríki, Hvítarussland, Slovakia, Turkaland, Makedonia, Ukraina og Italia.
4. Sveis, Ísland, Portugal, Litava, Føroyar, Kosova, vinnarar av fasu 1.

Fyrst í juni verður fasa 1 leikt, har Ísrael, Finnland, Grikkaland og Luksemburg kappast um eitt pláss í fasu 2.

Undankappingin verður leikt við úti- og heimadystum í september 2019, mars 2020 og mai 2020. Endaspælið verður leikt 4. – 20. desember í Tróndheim, Stavanger, Oslo í Noreg og í Herning í Danmark.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni