Ítróttasamband Føroya 80 ár

Í dag, 4. apríl, verður Ítróttasamband Føroya 80 ár.

Í tí sambandi skipar ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni kl. 16.00, har fyrrverandi ÍSF-forsetar fara at hugleiða um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF. Við á móttøkuni verða eisini m.a. løgmaður, landsstýrismaðurin við ítróttamálum og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.

Hósdagin letur eisini framsýning upp í SMS um søguna hjá ÍSF og oyggjaleikirnar. Framsýningin verður opin til 13. apríl.

Leygardagin 6. apríl fara ítróttafeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin. Higartil hava 40 feløg boðað frá, at tey hava opið hús. Her sært tú yvirlit yvir tiltøkini. 

Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.

Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni