U17-kvinnur til EM-kapping í Georgia

U17-landsliðið við kvinnum fór í dag av landinum við kós móti býnum Tbilisi í Georgia, sum er vertur fyri EM-undankapping.

Føroyar eru í bólki við Grikkalandi, Ukraina, Serbia og Bulgaria. Fyrsti dystur er leygardagin klokkan níggju føroyska tíð.

Venjarin, Dia Midjord, hevur tikið hesar leikarar út til uppgávuna:

Rakul Wardum, Skanderborg
Natasja Hammer, Kyndil
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Vár Zachariasen, KIES
Lív Zachariasen, KIES
Sára Jacobsen, EB
Petra Andrea Larsen, Oure
Rúna Jógvansdóttir Larsen, Neistin
Hervør Niclasen, Neistin
Maria P. Nólsoy, Neistin
Sára Sigrunardóttir, Neistin
Frida Holm Jacobsen, Neistin
Rannvá Olsen, VÍF
Lea Mortensen Mørk, VÍF

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni