U17-kvinnur: Góðkent avrik

Føroysku U17-kvinnurnar taptu í morgun 30-26 fyri einum sterkum serbiskum liði í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia.

Serbiska liðið var undan dystinum styrkismett ovast í bólkinum, sum eisini telur Bulgaria, Ukraina og Grikkaland. Føroysku kvinnurnar byrjaðu væl í verjuni, men gekk heldur strilti at fáa mál. Støðan eftir 5 minuttir var 2-1 til Serbia. Okkara vóru frammanfyri 1-0, men annars aftanfyri allan dystin. Tær hingu tó væl í Serbia og fóru til hálvleiks við støðuni 11-13. Føroyska liðið kempaði sera væl, men vóru heldur nógvar tekniskar villur og væntaði nakað av timing í samanspælinum. Serbiska verjan stóð sterk í 6-0 støðu og máttu okkara arbeiða sera hart fyri at kom í gjøgnum.

Føroyska liðið byrjaði væl í seinna hálvleiki og var støðan 16-17 eftir 10 minuttir. Tá fekk Føroyar eina útvísing og gjørdu okkara fleiri villur og kom Serbia fram um 20-16. Hesa løtuna mistu okkara dystin, Serbia kom fram um 27-21, áðrenn okkara svaraðu aftur og hálaðu nøkur mál inn til endaliga úrslitið 30-26 til Serbia.

Jana Mittún var vald til besta føroyska leikara í dystinum.

Í morgin spæla Føroyar og Bulgaria kl. 09.00 føroyska tíð.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 7
Elsa Egholm 5
Rannvá Olsen 4
Brynhild Pálsdóttir 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 3
Natasja Hammer 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Frida Holm Jacobsen 1

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/01-02/17/women/2019/round/1/Championship+-+GEO

Myndir, stroyming o.a. sæst her:
https://w17ehf.geohandball.ge/

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni