Lutakastið hevur verið

 

Lutakast um bólkaspælið var í Wien í dag.

Tveir dystir skulu spælast í november í ár, tveir í mars 2021 og tveir um mánaðarskifti apríl mai 2021. Enn er ikki greitt hvar heimadystirnir verða leiktir.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Frakland, Serbia, Belgia, Grikkaland
Bólkur 2: Týskland, Eysturríki, Bosnia Herzegovina, Estland
Bólkur 3: Kekkia, Russland, Ukraina, Føroyar
Bólkur 4: Ísland, Portugal, Litava, Ísrael
Bólkur 5: Slovenia, Holland, Pólland, Turkaland
Bólkur 6: Noreg, Hvítarussland, Lettland, Italia
Bólkur 7: Danmark, Norðurmakedonia, Sveis, Finnland
Bólkur 8: Svøríki, Montenegro, Rumenia, Kosovo

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni