A-kvinnur til HM-undankapping

Komandi vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum til HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis.

Føroysk liðið venur saman um dagarnar og koma tær sum spæla í Danmark uppí hópin mikudagin, tá farið verður til Danmarkar.

Korona og sóttarhaldsreglurnar hava viðført avbjóðingar í mun til hópin og í mun til hópin, sum var kunngjørdur eru tvær broytingar. Durita Toftum Joensen og Súna Krossteig Hansen kunnu ikki vera við hesuferð, men kemur Lív S. Poulsen inn í hópin.

Sostatt sær hópurin soleiðis út:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Lív S. Poulsen, StÍF
Ingibjørg Olsen, VÍF
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel Håndbold
Brynja Høj, Neistin

Dystirnir verða leiktir í Minsk í Hvítarusslandi. Fríggjadagin kl. 15.00 spæla Hvítarussland og Føroyar og leygardagin kl. 13.00 spæla Føroyar og Sveis. Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.

Yvirlit yvir bólkarnar í HM-undankappingini síggjast her:
World Championship (eurohandball.com)

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni