Tepurt tap 25-26

Tað var so sera nær við, men Føroyar taptu 25-26 fyri Ukraina eftir ein sera góðan seinna hálvleik, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 11-16 í hálvleikinum.

Fyri aðru ferð taptu Føroyar við einum málið móti Ukraina. Seinast var dysturin í Keypmannahavn, hesuferð á Hálsi í Havn. Føroyar byrjaðu dystin sera væl og løgdu seg á odda 4-1, men svaraði Ukraina aftur og koma fram um 5-4, føroyska liðið hevði strilti við at skjóta mál og drógu ukrainar frá fram til hálvleiks, tá støðan var 16-11.

Í seinna hálvleiki gekk betri. Serliga eyðsýndur var Elias Ellefsen á Skipagøtu, har hann veruliga vísti síni kynstur sum bakspælari. Føroyska liðið át spakuliga leiðsluna hjá Ukraina upp og høvdu føroyingarnar møguleikan at javna í seinasta minuttinum. Tað varð heilt spennandi, og høllin var á gosi. 600 áskoðarar vóru í høllini, og tað kendist sum um, at tað vóru fleiri ferðir fleiri enn tað. Føroyska liðið spældi seg til ein góðan skotmøguleika, men tíverri bjargaði málmaðurin skotinum frá Jónasi Djurhuus.

Leikararnir stóðu við einari blandaðari kenslu eftir dystin. Fyrri hálvleikur var sera tungur og í seinna hálvleiki traðkaðu ungu leyvurnar, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum í karakter, og tað var so nær, at Føroyar fingu fyrsta stigið í hesari kappingini.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Hákun West av Teigum 5, Rói Berg Hansen 5, Helgi Hildarson Hoydal 2, Kjartan Johansen 2, Jónas G. Djurhuus 2 og Peter Krogh 2.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni