A-landsliðið hjá monnum úttikið

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið hesar 20 leikararnar til venjingar í viku 44 og venjingardystir móti Íslandi 3. og 4. november. Dystirnir verða leiktir í Reykjavík.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, TIF Viking Bergen (NOR)
Pauli Jacobsen, HØJ (DEN)

Útileikarar:
Ísak Vedelsbøl, H71
Teis Horn Rasmussen, Århus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Pætur Mikkjalsson, Hallby (SWE)
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Peter Krogh, Århus HC (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Hallby (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Bjarni í Selvindi, Kristiansand (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand (NOR)

Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum sunnudagin 29. oktober, har liðið fer at venja saman fyrru helvt av vikuni, áðrenn liðið fríggjadagin fer til Íslands, har tveir venjingardystir eru á skrá móti Íslandi, hin fyrri fríggjadagin 3. nov. kl. 19.30 og hin seinni leygardagin 4. nov. kl. 19.30. Báðir dystirnir verða í Laugardalshøllini í Reykjavík.

Føroyska liðið fyrireikar seg til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í døgunum 10. – 28. januar. Hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið samlast aftur í januar. Tá verða fyrst tveir fyrireikingardystir á skrá móti Belgia 5. og 6. januar. Dystirnir verða í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið ferðast síðani til Berlin 9. januar, hareftir dystirnir liggja soleiðis:

Hósdagin 11. januar kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
Leygardagin 13. januar kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. januar kl. 17.00 Pólland – Føroyar

Allar tíðirnar eru føroyskar.

Les meira um EM-endaspælið hjá monnum her:
Men’s EHF EURO 2024 – Latest News and Results | EHF (eurohandball.com)

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

U15-menn: Ísland munin

7. juni 2026

Hóast Føroyar vóru omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, so vóru tað íslendingar, sum eisini vunnu seinna vinardystin landanna millum á Eiði í dag. Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

U16-menn: Ísland stinnari

6. juni 2026

Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.

Ein loysn frá Sendistovuni