Aftur 5 mál á muni í dag

Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði eisini við 5-máls muni. Úrslitið gjørdist 27-22 til Íslands.

Hóast sami munur var í Klaksvík í dag, sum á Skál í gjár, so var talan um ein heilt annan dyst. Ísland sat greitt á fyrra hálvleiki og legði seg á odda 5-0, áðrenn føroysku kvinnurnar fingu hol á. 5-1 verjan hjá føroyum megnaði ikki at halda kropssterku skjúttunum hjá Íslandi, sum ferð eftir ferð krossaðu og komu til skot útifrá. Samstundis brendu okkara illa og gjørdist munurin stórur beinanvegin. Hálvleiksstøðan var 15-8.

Í seinna hálvleiki kom vend í og vóru føroysku kvinnurnar omaná. 6-0 verjan riggaði betri enn 5-1 og kom 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy inn í føroyska álopið og gjørdi veruligan mun. Hon skoraði heili 8 mál uppá ein hálvleik. Talan var um bæði skot útifrá, gjøgnumbrot og fleiri brotskøst. Føroyska liðið fekk tískil minka um munin til endaligu støðuna 27-22 til Íslands.

Talan hevur verið um tveir sera gevandi venjingardystir móti Íslandi undan HM-undankappingardystunum móti Kosovo, sum verða leiktir komandi hós- og leygardag. Føroyska liðið hevur fingið størri breidd og er verulig kapping um plássini. Føroysku málverjarnir hava staðið seg væl í báðum dystunum, verjan hevur til tíðir verið heilt góð og álopsspælið hevur verið skjótt og flytført.

Málskjúttar í dag:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 8 (7), Maria Halsdóttir Weyhe 4 (3), Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Jana Mittún 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Pernille Brandenborg 1, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

Dystargongdin:
5 min. 0-3
10 min. 0-5
15 min. 3-6
20 min. 5-11
25 min. 7-12
30 min. 8-15
35 min. 9-17
40 min. 11-20
45 min. 14-22
50 min. 16-25
55 min. 19-26
60 min. 22-27

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Ein loysn frá Sendistovuni