28-23 tap fyri Íslandi

Hóast nøkur mál á muni, so spældu føroysku kvinnurnar ein góðan og læruríkan dyst móti Íslandi á Skála í dag.


Verjurnar stóðu væl í báðum endum at byrja við, og vóru bert tvey mál komin eftir fyrstu 5 minuttirnar, eitt til hvørt liði. Ísland vístu tó, at tær høvdu meira kropstyrki og skotstyrki og vunnu seg fram um við góðum skotum útifrá. Føroysku kvinnurnar eru hinvegin sera fótfimar og høvdu eina góða løtu um miðjan hálvleik, har tær vunnu seg fram um 8-6. Tað var serliga kvika Jana Mittún, sum ferð eftir ferð smeyg sær ígjøgjunum íslendsku verjuna og fekk mál ella brotskast, sum Marianna Geirsdóttir Eystberg setti í netið. Næstu 10 minuttirnir vóru tó teir ringastu fyri Føroyar í dystinum, og skoraði Ísland 7 ferðir, áðrenn okkara svaraðu aftur. Hendan løtan var sera avgerandi fyri dystin. Føroyska liðið hevði helst skrúva ferðina ov høgt upp og blivu ov nógvar villur og brend skot. Hálvleiksstøðan var 11-15.

Føroyska liðið vann seg innaftur í dystin í seinna hálvleiki og kom uppá javnt, 17-17, eftir 40 minuttir. Næstu løtuna vóru tíverri ov nógvar skotroyndir brendar og streyk Ísland avstað og vann at enda við 5 málum.

Liðini møtast aftur í morgin, sunnudagin kl. 16.00, í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Málskjúttar:
Jana Mittún 6, Marianna Geirsdóttir Eystberg 6 (5), Súna Krossteig Hansen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2 (1), Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2, Rannvá Olsen 1, Ninna Katrin Johansen 1, Ingibjørg Olsen 1, Pernille Brandenborg 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

Dystargongdin:
5 min. 1-1
10 min. 3-5
15 min. 7-6
20 min. 8-9
25 min. 9-13
30 min. 11-15
35 min. 13-16
40 min. 17-17
45 min. 19-21
50 min. 20-24
55 min. 21-27
60 min 23-28

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni