Fýra kvinnulandsdystir í næstum

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti ávikavist Íslandi og Kosovo í næstum.

Komandi vikuskiftið, 29. og 30. oktober, spælir kvinnulandsliðið tveir venjingardystir móti Íslandi. Fyrri dysturin verður í Høllini á Skála leygardagin kl. 18.00, meðan seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin kl. 16.00. Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps á staðnum og kosta 80 krónur fyri vaksin, meðan børn sleppa ókeypis inn.

Dystirnir móti Íslandi eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo, sum verða hósdagin 3. november og leygardagin 5. november. Hesir dystirnir verða leiktir í býnum Istog í Kosovo. Vinnarin yvir hesar tveir dystirnar skal spæla tveir play-off dystir móti hægri styrkismettum landi í viku 14 og 15 komandi vár.

Landsliðsvenjararnir arbeiða í løtuni við hesum bruttohópinum og verða 16 leikarar úttiknir til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo.

Málverjar:
1. Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster
2. Rakul Wardum, Ajax København
3. Rúna Jógvansdóttir Larsen, H71

Útileikarar:
4. Ingibjørg Olsen, ÍBV
5. Rannvá Olsen, VÍF
6. Jana Mittún, H71
7. Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
8. Maria Halsdóttir Weyhe, H71
9. Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
10. Súna Krossteig Hansen, Ajax København
11. Marita Mortensen, H71
12. Elsa Egholm, H71
13. Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
14. Natasja Hammer, Haukar
15. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
16. Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
17. Guðrið á Borg, H71
18. Brynhild Pálsdóttir, H71
19. Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
20. Pernille Brandenborg, Randers HK
21. Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
22. Sára Jacobsen, H71
23. Brynja Høj, Neistin
24. Petra Larsen, Neistin

Manslandsliðið úttikið

17. apríl 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Bosnia-Hersigovina, sum verða ávikavist, á útivølli í Tuzla hósdagin 14. mai, og Við Tjarnir leygardagin 16. mai. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

Frakland, Pólland, Føroyar og Ukraina

16. apríl 2026

Katowice í Póllandi verður heimstaðurin hjá føroyingum og kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í desember. Við lutakastinum í Katowice í dag gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Frakland, Póllandi og Ukraina.

Tarmfelagið 50.000 frá Lions

15. apríl 2026

Lions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum vórðu spældir ávikavist í septembur í fjør og februar/mars í ár.

Ein loysn frá Sendistovuni