Nú byrjar Faxe Kondi steypakappingin

Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina er broyttur eitt sindur og verður innleiðandi bólkaspælið leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur liggja, sum tær plaga, í februar. Byrjað verður í annaðkvøld, mikukvøldið, í Hoyvíkshølllini, við undandysti millum H71 2 og Kyndil 2 hjá monnum. Vinnarin sleppur við í bólkaspælið saman við liðunum úr Burn deildini.

Kappast verður fram til vikuskiftið 27. – 29. februar, tá stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi verður.

Leiksskráin hjá monnum og kvinnum sæst á heimasíðuni.

Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum og er kappingarstuðul í steypakappingini.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni