Ársins Night Cup í Vestmanna

VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

Byrjað verður hósmorgunin 15. oktober uml. kl. 10:00 og kappingin endar fríggjakvøldið 16. oktober. Vegna koronutilmælini kappast gentur 10 fyrst, síðani dreingir 10, gentur 12, dreingir 12, gentur 14 og dreingir 14. Tað vil siga at, kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar verða avgreiddar so hvørt.
Vit fylgja koronutilmælinum viðv. mati og drekka. Hugnakvøldið verður tíverri av ongum hesuferð. Vinnandi liðini av kappingini (í hvørjum aldursbólki) fáa steyp og heiðursmerki.

Tilmelding:
• Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til Bjørg Patursson bjorg.patursson@gmail.com, tlf. 219099 ella til Eyð Hansen eyd.hansen@gmail.com tlf. 216004 í seinasta lagi mánadagin, 12. oktober 2020. Minnist til at upplýsa talið av leikarum og venjarum.
• Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 200,- Við í prísinum er toast, frukt og vatn meðan kappingin er.
• Luttøkugjaldið skal rindast, við at flyta eina upphædd fyri hvørt liðið á kontonr. 6460 – 154.208.9 ella gjaldast av venjara í høllini, áðrenn kappingin byrjar. Gjaldast kann við gjaldskorti.
• Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna.

Tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum feløg, og ikki minst skapa samanhald millum spælararnar á liðnum, og sum eisini er ein fyritreyt fyri góðum
hondbóltsspæli og góðum úrslitum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.