Articon tryggjar karmar

Articon er nýggjur stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya. Articon er harvið ein av sjónligu stuðlunum á nýggju landsliðsblusunum, sum júst eru settar til keyps.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, var herfyri á gólvinum hjá Articon á Hjalla, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður saman við Jón Sigurdssyni, stjóra, og Niclasi Joensen, fíggjarstjóra.

– Til nýggja samstarvið viðmerkir Niclas Joensen, at hann hevur eygleitt eitt dygdargott arbeiði, ein sterkan vilja og stoltleika, at flyta føroyskan hondbólt fram seinastu árini. Hetta er nakað vit spegla okkum í, tá stórar verkætlanir skulu setast í verk. Skamt frá høvuðsæti okkara her á Hjalla stendur nýggja tjóðarhøllin í gerð. Arbeiðið gongur væl og vóna vit, at hetta verður ein varði í føroyskari hondbólts- og ítróttasøgu.

-” Eitt trygt grundarlag” er slagorðið hjá Articon, staðfestir Gunn Ellefsen, og er hetta sanniliga nakað vit hava tørv á, um vit framhaldandi skulu kappast á ovastu rók. Hetta krevur gott samstarv og stuðul frá landi, fyritøkum og fólki, og merkja vit tíbetur hetta í løtuni, nú vit fyrireika okkum til EM-endaspælið hjá monnum, sum verður í januar. Vit er samstundis sera spent uppá, at vísa okkara ítrótt fram í dagførdum kørmum, tá Føroya Arena stendur liðug í 2025. Hetta verður eitt frambrot, sum kann flyta okkum enn longur.

Avtalan við Articon inniber millum annað, at fyritøkan er ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðunum. Avtalan er galdandi fram til 2026.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni