Atgongumerki HM og EM endaspølini

Føroysku A-landsliðini við monnum og kvinnum hava eina spennandi tíð fyri framman við HM-endaspælið hjá kvinnum og EM-endaspælið hjá monnum.

HM í Týsklandi og Niðurlondum
Føroysku kvinnurnar spæla um mánðarskiftið november/desember HM-endaspæl. Innleiðandi umfarið verður í týska býnum Trier og liggja dystirnir soleiðis:

Mikudagin 26. november 2025 Montenegro – Føroyar
Fríggjdagin 28. november 2025 Spania – Føroyar
Sunnudagin 30 november 2025 Føroyar – Paraguay

Gerðast Føroyar millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin til meginumfarið í Dortmund. Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í S´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini.

Um tit ynskja bileggja atgongumerki til HM endaspælið kunna tit senda ein teldupost til hsf@hsf.fo.

EM í Noreg, Svøríki og Danmark
Í januar mánaða spæla mennirnir EM endaspæl. Føroyar eru í bólki D og hesin bólkurin verður spældur í Oslo. Dystirnir liggja soleiðis:

Fríggjadagin 16. januar 2026 Føroyar – Sveis
Sunnudagin 18. januar 2026 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. januar 2026 Slovenia – Føroyar

Atgongumerki til dystirnar í Oslo kunna keypast her:
https://www.eventim.no/en/event/mens-ehf-euro-2026-pakker-unity-arena-20208639

Koma Føroyar víðari úr innleiðandi bólkinum í Oslo, gongur leiðin til meginumfarið í Malmö.

Talan er um fýra dystardagar, har tríggir dystir eru í høllini hvønn dag. Møguleiki er bert at keypa atgongumerki til hvønn dag sær. Atgongumerkini til kosta 1030 DKK + avgreiðslugjald fyri hvønn dag.
Føroysku áskóðararnir hava fingið tillutað pláss í bólki 23. Atgongumerki kunnu keypast her. Keypt atgongumerki kunnu ikki latast innaftur.
https://www.eventim.se/en/artist/mensehfeuro2026/mens-ehf-euro-2026-malmoe-dagsbiljetter-3696428

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni