Atgongumerki til Føroyar – Niðurlond

Fríggjadagin 14. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu. Dysturin verður mikudagin 12. mars kl. 19.00. Sølan verður á atgongumerki.fo.

Hetta er fyrsti landsdystur í nýggju stórhøllini við Tjarnir og verður møguleiki at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.

Portugal, FØROYAR, Pólland og Algeria

10. juni 2026

Tað er nú greitt, at Magdeburg verður heimstaðurin hjá føroyska manslandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2027. Ein møgulig millumrunda verður leikt í Hannover. Við lutakastinum í München í dag gjørdist eisini greitt, at mótstøðuliðini verða Portugal, Pólland og Algeria.

HM-lutakastið í dag kl. 17.00

10. juni 2026

Í dag kl. 17.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum, sum verður í Týsklandi í januar 2027. Lutakastið kann stroymast her: Draw | 30th IHF Men’s Handball World Championship

U16-kvinnur til Íslands

9. juni 2026

Komandi vikuskiftið fer U16-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla tveir landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygar- og sunnudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni