Atgongumerki til Føroyar – Rumenia

Mikudagin 20. apríl møta føroysku kvinnurnar Rumenia í næstseinasta EM-undankappingardystinum á hesum sinni. Atgongumerki til dystin fáast her Føroyar – Rumenia, kvinnur (atgongumerki.fo)

Tá liðini møttust seinast niðri í Rumenia, vann Rumenia 26-19, men tað var ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at Rumenia dróg frá.

Til dystin í Føroyum er Cristina Neagu við aftur á rumenska liðnum, eftir at hon hevur verið úti við skaða. Neagu er kosin heimsins besti hondbóltsleikari heili 5 ferðir.

Síggj úrslit og støður í EM-undankappingini hjá kvinnum her:
Women’s EHF EURO 2022 – Latest News and Results | EHF (eurohandball.com)

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni