Greitt tap fyri Rumenia

Hóast ein hampuligan fyrra hálvleik, so taptu føroysku kvinnurnar  18–10 í seinna hálvleiki, tá okkara ikki megnaðu at fylgja við. Endaliga úrslitið gjørdist 31-21 til Rumenia, eftir 13-11 í hálvleikinum.

Føroyska liðið gjørdi sum heild nógv nógv mistøk í álopsspælinum og brendi nógvar opnar málmøguleikar ígjøgnum stóran part av dystinum. Hartil var verjuspælið ikki sannførandi stórar løtur og var sostatt talan um ein av minni góðu avrikunum hjá Føroyum.

Í fyrra hálvleiki var Rumenia einar tvær-tríggjar ferðir við at renna undan Føroyum, men okkara hingu í, og tá so rumenska liðið gjørdi nakrar tekniskar villur, brendu nakrar málmøguleikar og kviku føroysku leikararnir hildu fram við at bjóða størri og tyngru leikarunum av, so helt spenningurin í dystinum sær til hálvleiks. Høvdu føroysku leikararnir verið neyvari í skotavgreiðsluni í fyrra hálvleiki, so hevði føroyska liðið verið frammanfyri, helst var hetta høvuðsfaktorurin, sum kostaði dystin.  Føroysku spælararnir misnýttu 10 av 21 skotum í fyrra hálvleiki.

Spenningurin helt sær ikki leingi í seinna hálvleiki, hóast Rakul Wardum, ið avloysti Anniku Fríðheim Petersen í málinum, byrjaði við góðari bjarging, og Føroyar síðani minkaðu um munin til 12-13. Eftir lítlari løtu fór málmunurin frá at vera tvey mál og til at vera 7 – 8 mál, og so var tað bara spurningur um, hvussu stórur munurin fór at vera.

Leygardagin verður síðsti dysturin í hesi EM undankappingini, tá ið Føroyar fáa vitjan av heimsstjørnunum í Danmark. Í kvøld vann Danmark 38 – 22 á útivølli ímóti Eysturríki.

Málskjúttar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 5
Turið Arge Samuelsen 3
Nina Katrina Johansen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Maria Halsdóttir Weyhe 2
Pernille Brandenborg 2
Súna Krossteig Hansen 1
Ingibjørg Olsen 1
Jana Mittún 1

Málverjar:
Rakul S. Wardum 22%
Annika Fríðheim Petersen 19%

 

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni