Góðkent avrik móti Danmark

Tað var greitt undan dystinum at bitin var stórur, tá føroysku kvinnurnar skuldu møta HM-bronsuvinnarunum Danmark í EM-undankappingardysti. Talan gjørdist um eitt góðkent føroyskt avrik við dystinum, sum endaði 26-15, eftir 12-9 í hálvleikinum.

Avrikið var góðkent, tí talan var um eitt føroysk lið, sum vardi væl saman við málverjunum og spældi kontrollerað og skipað í álopinum.

Føroyska liðið fekk eina góða byrjan uppá dystin og vóru á odda 3-2 eftir fyrstu 5 minuttirnar. Serliga vóru tað Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen, sum vóru væl upplagdar við teirra sterka spælið ein móti einari. Tær løgdu nógv trýst á uttaru síða av bakkunum og hepnaðist hetta væl. Hetta vann føroyska liðnum heili 5 brotskøst í fyrra hálvleiki, sum Maria Halsdóttir Weyhe setti í málið. Hartil stóð føroyska verjan væl, har serliga Lív Zachariasen í miðverjuni í gjøgnum allan dystin var sera eyðsýnd. Í føroyska málinum stóð Annika Fríðheim Petersen sera væl, og var tað serliga donsku vongspælarunum, sum hon gjørdi lívið súrt fyri.

Danmark vann seg spakuliga fram um í leypi av fyrra hálvleiki, men hekk føroyska liðið væl í og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 12-9 til Danmark.

Danmark økti spakuliga um leiðsluna í seinna hálvleiki. Føroyska liðið spældi seg fyri tað mesta til góðar málmøguleikar, men gekk tað sera illa at fáa mál frá vonginum í dag. Hóast eitt ótal av royndum, fekk føroyska liðið einki mál av vonginum í dag, hvørki úr vinstru ella høgru.

Talan var um eitt betri avrik í dag, í mun til dystinum mikudagin móti Rumenia. Vit kunnu fegnast um góða verju- og málverjaspælið og at føroyska liðið spældi tolið og skipað í álopinum. Minni góð var skotavgreiðslan hjá okkara vongum.

Eftir dystin var Annika Fríðheim Petersen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum.

Hetta var seinasti EM-undankappingardysturin í hesum bólkaspælinum og verður tað HM-undankapping, sum verður á skránni hjá kvinnunum komandi kappingarár.

Málskjúttar:
Maria Halsdóttir Weyhe 6 (5)
Jana Mittún 3
Súna Krossteig Hansen 3
Pernille Brandenborg 1
Lív B. Zachariasen 1
Ninna Katrin Johansen 1

Dystargongdin:
5 min. 2-3
10 min. 5-4
15 min. 7-4
20 min. 8-5
25 min. 10-7
30 min. 12-9
35 min. 14-10
40 min. 16-12
45 min. 19-13
50 min. 20-14
55 min. 24-15
60 min. 26-15

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Tepurt tap fyri Italia

9. januar 2026

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni