Atgongumerkjasøla til HM-undankapping

Fyrstu 400 atgongumerkini til HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum í januar koma nú til sølu.

 14-16. januar 2022 spæla Føroyar undankappingardystir til HM á heimavølli móti Lettlandi, Italia og Luksemburg.

Mánadagin 29. november kl. 14.00 fara fyrstu 400 atgongumerkini í forsølu. Í fyrstu atløgu, grundað á tey galdandi koronutilmælini, selja vit tvær ferðir 200 atgongumerki, so vit ikki hava fleiri enn 200 fólk í hvørjum øki í høllini.

Keyp atgongumerki her:
https://hsf.atgongumerki.fo/webshop/event/1407196/order/info

 Tveir dystir eru hvønn dag, har Føroyar spæla tann seinna. Keypast kunnu atgongumerki til hvønn dag sær ella til alt vikuskiftið og allar dystirnar.  Tey, sum keypa atgongumerki til alt vikuskiftið áðrenn jól, fáa avsláttur.

 Kostnaðurin er hesin:

 – Vaksin alt vikuskiftið kr. 250,-. Verður keypt áðrenn jól tó kr. 200,-

– Vaksin fyri ein dag kr. 100,-.

– Børn í skúlaaldri alt vikuskiftið kr. 120,-. Verður keypt áðrenn jól tó kr. 100,-

– Børn í skúlaaldri fyri ein dag kr. 50,-

 Børn undir skúlaaldri sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.

 Dystirnir, sum vera í høllini á Hálsi í Havn, eru hesir

 Fríggjadagin 14. januar
17.00 Lettland – Italia
19.30 Luksemburg – Føroyar

 Leygardagin 15. januar
17.00 Lettland – Luksemburg
19.30 Italia – Føroyar

 Sunnudagin 16. januar
15.30 Italia – Luksemburg
18.00 Føroyar – Lettland

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni