Hóskvøldið 24. oktober 2024 verður íblástrarvenjing við landsliðsvenjaratoyminum hjá kvinnum, Claus Mogensen og Simon Olsen í Hoyvíkshøllini.
Skrivað: Andrass Thomsen
Atgongumerki til Ukraina – Føroyar
Fyri einari tíð síðani var greitt, at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar verður leiktur í Vilnius í Litava, sunnudagin tann 10. november 2024 kl. 15:00.
Skeið innan styrkivenjing
Hósdagin 10. oktober 2024 verður skeið innan styrkivenjing í Bylguni í Runavík frá kl. 19:00 til 22:00.
Beinleiðis flúgving til Basel
Hóndbóltssambandið ynskir at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Basel í samband við EM endaspælið hjá kvinnum. Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Basel fríggjamorgun, 29. november 2024, og heim aftur beint eftir triðja dystin tann 3. desember 2024.
Nicholas Satchwell settur sum samskipari
Vísandi til vaksandi uppgávurnar hjá Hondbóltssambandinum er avgerð tikin um at seta ein samskipara hálva tíð í eitt tíðaravmarkað starv í seks mánaðir. Avgjørt er at seta Nicholas Satchwell í hetta starvið.
Djóni og Jesper venja U08-menn
HSF hevur gjørt avtalu við Djóna Gaard Joensen og Jesper Bak um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá monnum næstu tvey árini. Talan er um dreingir føddir í 2008 og 2009.
Spennandi hondbóltsvikuskifti
Eitt spennandi hondbóltsvikuskifti stendur fyri framman. Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands, meðan U16-mennirnir spæla tveir venjingardystir í Føroyum.