Djóni og Jesper venja U08-menn

HSF hevur gjørt avtalu við Djóna Gaard Joensen og Jesper Bak um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá monnum næstu tvey árini. Talan er um dreingir føddir í 2008 og 2009.

Djóni Gaard Joensen hevur verið hjálparvenjari hjá U04-landsliðnum við monnum seinastu árini, samstundis sum hann hevur royndir sum bæði ungdómsvenjari og hjálparvenjari hjá mansliðnum hjá H71. Jesper Bak hevur seinastu árini verið venjari hjá bæði mansliðnum og fleiri ungdómsliðum hjá StÍF og VÍF, frammanundan hevur hann royndir sum venjari í Danmark.

Dreingirnir hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið. Fyrsta uppgávan hjá yngsta landsliðnum hevur vanliga verið European Open í Gøteborg, men av tí, at EHF hevur broytt aldursbólkarnar til European Open, verður í løtuni arbeitt við at finna eina aðra kapping.

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Ein loysn frá Sendistovuni