Nicholas Satchwell settur sum samskipari

Vísandi til vaksandi uppgávurnar hjá Hondbóltssambandinum er avgerð tikin um at seta ein samskipara hálva tíð í eitt tíðaravmarkað starv í seks mánaðir. Avgjørt er at seta Nicholas Satchwell í hetta starvið.

Nicholas Satchwell er kendur í hondbóltsumhvørvinum í Føroyum, har hann seinastu árini hevur verið málverji hjá okkara A-landsliðið við monnum. Hann hevur frammanundan bachelor útbúgving innan ítróttarleiðslu.

Nicholas kemur m.a. at taka sær av at samskipa landsliðs- og skeiðsvirksemi hjá HSF.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni