Føroysku U20-kvinnurnar góvu sponsku favorittunum mótstøðu í dag. Føroysku kvinnurnar vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki og góvu ongantíð upp í seinna. Spania vann tó dystin 31-25, eftir at tær vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.


Føroysku U20-kvinnurnar góvu sponsku favorittunum mótstøðu í dag. Føroysku kvinnurnar vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki og góvu ongantíð upp í seinna. Spania vann tó dystin 31-25, eftir at tær vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Hóast góðar løtur, so var úrtøkan alt ov ójøvn ígjøgnum dystin og taptu Føroyar eisini annan dystin í HM-undankappingini í Serbia. Føroyar taptu 29-22 fyri Italia, sum eisini var á odda 14-11 í hálvleikinum.

Ein sera góður fyrri hálvleikur var ikki nokk hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-26 fyri Kroatia Í HM-undankappingini í Serbia, eftir at Føroyar vóru á odda 16-12 í hálvleikinum.

HSF hevur gjørt avtalu við David Edvardsen og Trónd Kragesteen um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2008 og 2009.

Í komandi viku fara føroysku U20-kvinnurnar til Serbia, har tær skulu spæla HM-undankapping.

Hondbóltssambandið og fiskasølan KD-Seafood hava skrivað undir sponsoravtalu, sum inniber at KD-Seafood verður ein av stórstuðlunum hjá HSF.

Hondbóltssamband Føroya skal hava nýggjan stjóra, nú Hans Jón Thomsen hevur boðað frá, at hann sigur seg úr starvi.

Spennandi starv sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya er nú leyst at søkja.

Neistakvinnur taptu báðar dystirnar móti portugisisku Sport Lisboa e Benfica og eru tískil úti úr European Cup eftir triðja umfar. Báðir dystirnir vóru leiktir á útivølli í Lissabon og endaðu dystirnir ávikavist 34-27 og 33-25.

Í hesari vikuni er aftur spennandi europeiskur hondbóltur á skrá. Hesaferð eru tað neistakvinnur, sum skulu spæla triðja umfar í European Cup.