Skrivað: Ári Rouch

Tamdu norðmenn

14. januar 2024

Fyri fullsettari Mercedes Benz Arena skaptu okkara menn eina risa hondbóltssensasjón. Hóast aftanfyri 23-26, megnaðu okkara at koma afturíaftur við einum fantastiskum endaspurti og gjørdist úrslitið javnleikur, 26-26, móti hondbóltsrisaum, Noreg.

Vóru við allan vegin

12. januar 2024

Føroyar vóru við so at siga allan dystin móti Slovenia, men ein vánalig løta í seinna hálvleiki seldi dystin til slovenar, sum vunnu 32-29, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum.

Tættari í seinna dysti

7. januar 2024

Belgia gav Føroyum skarpari gang í seinna vinardystinum í Høllini á Hálsi. Føroyar vunnu tó at enda tryggan sigur á 34-29, eftir at Belgia hevði verið á odda 16-15 í hálvleikinum.

Greiður sigur á Belgia

6. januar 2024

Føroysku mennirnir vunnu greitt, 41-31, í tí fyrra av teimum tveimum EM fyrireikingardystunum í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum. Hálvleiksstøðan var 19-16 til Føroyar.

Úselt til fyrra dystin

5. januar 2024

Nú er útselt til fyrra dystin millum Føroyar og Belgia, sum verður leiktur í kvøld kl. 19.30. Nøkur fá atgongumerki eru eftir til dystin í morgin, leygardagin kl 19.30.

Helgi innkallaður

27. desember 2023

Helgi Hildarson Hoydal verður partur av EM-hópinum, sum skal til Berlin í januar. Helgi er innkallaður, og verða tað sostatt 19 mans, sum fara avstað til Týsklands.

22. desember 2023

Øllum hondbóltsvinum nær og fjar verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Enn eru EM-atgongumerki til sølu

21. desember 2023

HSF hevur enn nøkur atgongumerki til EM-dystirnar í Berlin til sølu. Ynskir tú at síggja Føroyar møta Slovenia, Noreg og Póllandi, kanst tú skriva til hsf@hsf.fo og hoyra meira.

Ein loysn frá Sendistovuni