Sunnudagin 13. februar og sunnudagin 20. februar spæla H71-kvinnur aftur European Cup. H71-kvinnur eru nú millum seinastu 8 liðini í European Cup hjá kvinnum. Komandi sunnudag kl. 12.00, føroyska tíð, møta tær ukrainsku HC Galychanka Lviv á útivølli í Lviv. Seinni dysturin verður í Høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar kl. 20.00.











