Í morgin byrjar HM-undankappingin, sum verður í Høllini á Hálsi.


Í morgin byrjar HM-undankappingin, sum verður í Høllini á Hálsi.

Úr 22-mans hópinum hava landsliðsvenjararnir úttikið hesar 16 leikararnir til fyrsta dystin í HM-undankappingini. Talan er um tríggjar dystir dag um dag, har venjararnir hava møguleika at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar. Við hesum hava venjararnir møguleikan fordeila kreftirnar og at vanda sær um leikararnar, sum dragast við smásnuddir.

Talan verður um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa til HM-undandystirnar hjá Føroyum komandi vikuskiftið. Avmarkaða talið av atgongumerkjum, sum vóru sett til sølu tíðliga í desember, eru útseld. Vegna koronaavmarkingar verða ikki fleiri atgongumerki seld.

Á tíðindafundi í BankNordik í morgun, var hópurin, sum skal spæla HM-undankapping hjá monnum, kunngjørdur.

Í morgin, mánamorgun kl. 10.00, verður tíðindafundur í sambandi við HM-undankappingina hjá monnum, sum verður í Høllini á Hálsi komandi vikuskiftið.

H71-kvinnur eru millum seinastu 16 liðini í European Cup hjá kvinnum. Komandi sunnudag kl. 17.30, føroyska tíð, møta tær serbisku ZRK Naisa Nis á útivølli. Serbiska liðið vann júst hesa kappingina, tá rópt Challenge Cup, í 2007.

Í samband við HM-undankappingina hjá A-monnum, sum verður í Føroyum 14-16. januar, eru A-landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller og toymið kring liðið í Føroyum í samband við fyrireikingarnar.

Agnar Joensen og Johan Hofgaard eru settir sum venjatoymi hjá yngsta landsliðnum á kvinnusíðuni, gentur føddar í 2006-07.

Smyril Line er ein av trúgvu stórstuðlunum hjá hondbóltinum í Føroyum, og er sponsorsáttmálin við HSF nú longdur, galdandi fyri 2022 og 2023.

Í mun til dagsins broyttu tilmæli hevur HSF tikið avgerð um, at U12 kappingarnar leygardagin 11. des og U10 kappingarnar leygardagin 18. des, verða útsettar til eftir nýggjárs.