Hesir 16 spæla móti Hvítarusslandi

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Hvítarusslandi, sum verða, 16. og 20. mars.

Talan er um fyrsta play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir skal møta hægri styrkismettu Týsklandi, har síðani vinnari yvir tveir dystir fær HM-plássið. Føroyar møta Hvítarusslandi mikudagin 16. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 20. mars kl. 17.00 í Minsk

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni