Atgongumerki til landsdystir

Nú eru atgongumerkini til landsdystirnar í mars komin til sølu.

Atgongumerki kunnu keypast á Atgongumerki.fo.

Talan eru um EM-undankappingardystin hjá kvinnum Føroyar – Eysturríki mikudagin 2. mars kl. 19.00 og fyrra HM play-off dystin hjá monnum móti Hvítarusslandi, sum verður mikudagin 16. mars kl. 19.00.

Eisini eru atgongumerkini til Faxe Kondi steypafinaluna hjá kvinnum millum Kyndil og H71 komin til sølu. Finalan verður leygardagin 19. mars í Høllini á Hálsi.

 

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni