77 lið til U8-kapping í Klaksvík

Heili 77 lið hava meldað til U8-kapping í Klaksvík komandi leygardag. Hetta er metngóv.

Komandi leygardag fara á leið 450 børn at spæla U8-hondbólt í Klaksvík. Dreingirnir koma at spæla í Badmintonhøllini og genturnar í KÍ-Høllini. Tað eru ávikavist Team Klaksvík og Stjørnan, sum skipa fyri kappingunum.

Seks U8-kappingar eru gjøgnum kappingarárið og fegnast HSF um vaksandi talið av íðkandi børnum.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni