Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu fýra árini, BankNordik, hava í dag undirskrivað og longt samstarvsavtaluna fyri tvey tey næstu árini.
– BankNordik hevur, sum høvuðsstuðul seinastu fýra árini, verið ein sera sjónligur og dyggur stuðul hjá hondbóltinum og hetta er eitt samstarv og ein avtalu sum ger mun og tryggjar góðu gongdina, sum hevur verið seinastu árini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Avtalan var undirskrivað saman við Turið F. Arge, rakstrarstjóra, í høvuðsætinum hjá BankNordik á Oknarvegi í dag.
– BankNordik fegnast eisini um menningina, sum hevur verið í hondbóltinum seinastu árini. Tað er stuttligt at vera viðspælari, tá framgongdin og úrslitini eru so eyðsýnd, sum tey hava verið, sigur Turið Arge.
Nýggja samstarvsavtalan er galdandi fyri 2020 og 2021.