Tað eru ikki bara U18-menninir, sum hava verið virknir um jóltíðirnar. Hini landsliðini hjá HSF hava eisini vant og verið testaði.


Tað eru ikki bara U18-menninir, sum hava verið virknir um jóltíðirnar. Hini landsliðini hjá HSF hava eisini vant og verið testaði.

Føroysku U18-menninir endaðu sum nr. 4 av 8 liðum í Sparkassen Cup. Liðið tapti fyrst hálvfinaluna móti Týskland og seinni bronsudystin móti Hvítarusslandi í dag.

Føroysku U18-menninir eru í hálvfinaluni í Sparkassen Cup eftir sigrar móti Hollandi og HV Saarland í dag.

Føroysku U18-mennirnir høvdu tað trupult í fyrsta dystinum í Sparkassen Cup í Merzig í Týsklandi. Okkara taptu 22-19 fyri Hvítarusslandi, eftir hálvleiksstøðuna 16-11.

U18-landsliðið hjá monnum skulu 2. jóladag til Merzig í Týsklandi at luttaka í stóru árligu altjóða kappingini Sparkassen Cup.

Jana Mittún, sum spælir við føroyska U18-landsliðnum, luttók í vikuskiftinum í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF í Wien.

Mark Lausen-Marcher er settur í starv sum samskipari hjá HSF. Mark kemur serliga at taka sær av ítróttarliga partinum av virkseminum hjá HSF, herundir bæði landsliðsarbeiðinum og breiddarhondbóltinum. Mark er eitt kent andlit í hondbóltsumhvørvinum í Føroyum, bæði sum fyrrverandi leikari, ungdómsvenjari og ungdómslandsliðsvenjari.

Leygardagin 27. desember verður forvitnislig hondbóltskapping í Hoyvíkshøllini.

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Kvinnulandsliðið leikti í vikuskiftinum tveir venjingardystir móti Íslandi í Hafnafirði. Báðir dystirnir endaðu við greiðum tapi.