Endaðu á 4. plássi í Sparkassen Cup

Føroysku U18-menninir endaðu sum nr. 4 av 8 liðum í Sparkassen Cup. Liðið tapti fyrst hálvfinaluna móti Týskland og seinni bronsudystin móti Hvítarusslandi í dag.

Hóast okkara kempaðu manniliga, so vóru U18-menninir ov stuttir móti Týsklandi í hálvfinaluni í dag. Úrslitið gjørdist 39-35 til Týsklands, eftir 19-16 til Føryar í hálvleikinum. Tað hevði stóra ávirkan á føroyska verjuspælið, at Victor Gaini fekk reytt kort seint í fyrra hálvleiki eftir tríggjar útvísingar og hevði verjan trupult við at steðga týsku skjúttunum eftir hetta.

Liðini fylgdust tó líka til 10 minuttir vóru eftir, men tá mistu okkara tíverri. Fleiri óneyv skot kostaðu og vóru týskarar eirindaleysir í hinum endanum.

Málskjúttar móti Týsklandi:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 14 (4)
Hákun West av Teigum 7
Pauli Mittún 7
Baldur Gillason 4
Viktor Norling Gaini 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Kristoffur Bjørgvin 1

Føroyar endaðu á fjórða plássi í Sparkassen Cup. Liðið tapti bronudystin 35-29 móti Hvítarusslandi. Dysturin var merktur av, at hetta var fimti dystur uppá tríggjar dagar og tóktist liðini tung í beinunum.

Liðini fylgdust tað mesta av dystinum, men høvdu hvítarussar fyri tað mesta nøsina frammanfyri. Tá 10 minuttir vóru eftir vann Hvítarussland seg nøkur mál fram um og hildu hetta til dystarlok.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni