Kropssterka týska verjan var ov tung at dansa við hjá føroysku U17-monnunum í dag. Týskland var 26-21, eftir hálvleiksstøðuna 16-10 til Týskland.


Kropssterka týska verjan var ov tung at dansa við hjá føroysku U17-monnunum í dag. Týskland var 26-21, eftir hálvleiksstøðuna 16-10 til Týskland.

Nordic Open byrjaði við einum braki fyri fullari høll í Runavík í dag. Føroyar spældu ein góðan dyst móti Íslandi, men taptu dystin seinastu løtuna 29-28. Fyrri dysturin var eisini tættur, har Sveis vann 28-27 á Týsklandi.

Í dag byrjar stóra 4-landa-kappingin fyri U17-menn, Nordic Open. Dystirnir í kvøld vera í Runavík, meðan dystirnir leygar- og sunnudagin vera Við Tjarnir.

Mikudagin 11. juni kl.10.00 byrjar sølan av føroysku atgongumerkjunum til HM-endaspælið hjá kvinnum. Leinkja verður løgd út.

Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U21 HM-endaspælið í Póllandi.

Næsta leygar- og sunnudag, 14. og 15. juni, ávikavist kl. 14.00 og 16.00 báðar dagarnar, vera U17- og U19-kvinnulandsdystir millum Føroyar og Ísland. Dystirnir leygardagin vera í Vestmanna og sunnudagin við Streymin. Hesar eru úttiknir til dystirnar.

Føroysku U15-kvinnurnar hava í vikuskiftinum verið í Íslandi og spælt tveir vinardystir móti Íslandi. Føroysku kvinnurnar gjørdu bart og vunnu báðar dystirnar.

Hetta vikuskiftið er U15-landsliðið hjá kvinnum í Ísland, har tær fara at spæla sínar fyrstu landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygardagin kl. 17.00 og sunnudagin kl. 15.00 føroyska tíð.

Vikuskiftið 6. – 8. juni verður Nordic Open fyri U17-landslið hjá monnum á fyrsta sinni. Kappingin verður leikt fríggjadagin í Runavík og leygar- og sunnudagin Við Tjarnir.

EHF hevur nú leysgivið fleiri EM-atgongumerki til innleiðandi bólkaspælið hjá Føroyum í Oslo í døgunum 16. – 20. januar 2026. Talan er um góð 240 atgongumerkið. Keypið atgongumerki her.