Bólkur: Tíðindi

Fleiri atgongumerki til HM-endaspælið

13. juli 2026

Mikudagin, 15. juli 2026, kl. 10.00, verða fleiri atgongumerki til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi sett til sølu. Talan er um atgongumerki bæði til innleiðandi umfarið í Magdeburg og millumumfarið í Hannover.

Høgni og Andrias døma í Kosovo

12. juli 2026

Føroyar hava eisini altjóða dómarar, sum royna seg í summar. Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard eru í hesum døgunum í Kosovo, har teir døma M20 EHF Championship.

U18-landsliðið úttikið

12. juli 2026

Venjararnir, Djóni Gaard Joensen og Sámal Jákup Djurhuus, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U18 EM-endaspælið í Serbia, og hartil teir tveir vinardystirnar móti Íslandi tann 18. og 19. juli.

U20-kvinnur: Endaðu við sigri

3. juli 2026

Føroyar vunnu ein góðan og greiðan sigur í seinasta dystinum í HM-endaspælinum í Kina. Føroyar vunnu greitt, 40-23, móti Algeria, eftir at okkara vóru frammanfyri 23-15 í hálvleikinum.

U16-kvinnur: Vundu burturúr vertunum

3. juli 2026

Føroysku U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst í ársins European Open og vundu burturúr Svøríki, 21-14, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar vinna á Svøríki á kvinnusíðuni. Føroyar gjørdust við hesum nr. 11 av 20 liðum í kappingini.

U16-kvinnur: Javnt í týdningarleysum dysti

2. juli 2026

Tað var greitt undan dystinum móti Íslandi í dag, at Føroyar fóru at enda nr. 2 í niðara millumrundubólkinum. Føroyar vístu tó tenn, og við einum góðum endaspurti javnaðu okkara í allarseinasta sekundi til 15-15, eftir at hálvleiksstøðan var 7-6 til Ísland.

Ein loysn frá Sendistovuni