U16-kvinnur: Javnt í týdningarleysum dysti

Tað var greitt undan dystinum móti Íslandi í dag, at Føroyar fóru at enda nr. 2 í niðara millumrundubólkinum. Føroyar vístu tó tenn, og við einum góðum endaspurti javnaðu okkara í allarseinasta sekundi til 15-15, eftir at hálvleiksstøðan var 7-6 til Ísland.

Føroyar spældu uttan størsta álopsvápnið og næsttoppskjúttan í kappinini, Sigrið Hansdóttir,í dag. Hon var hvíld og kom bert inn at skjóta fyrstu trý brotskøstini. Dysturin var tó tættur allan fyrra hálvleik. Verjan stóð væl, og høvdu okkara gott tol í álopinum. Liðini fylgdust allan hálvleikin, men vóru tað íslendingar, sum vóru frammanfyri tað mesta. Hálvleiksstøðan var 7-6 til Íslands.

Føroyar fingu nógvar útvísingar fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og var tískil ringt at halda fast í verjuni. Ísland kom nøkur mál fram um, og vóru tær frammanfyri 15-11, tá tað restaðu 5 minuttir. Okkara góvu tó ongantíð upp og við einum rimmar endaspurti megnaðu Føroyar at fáa javnleik, har Fía Nolsøe javnaði í seinasta sekundi til 15-15.

Føroyar blivið við hesum nr. 2 í niðaru millumrunduni og skulu spæla um 11. pláss av teimum 20 í ársins European Open. Dysturin verður móti Svøríki í morgin kl. 13.15, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á ehftv.com

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 4-3
15 min. 6-4
20 min. 7-6
25 min. 11-8
30 min. 13-8
35 min. 15-11
40 min. 15-15

Málskjúttar hjá Føroyum:
Fía Nolsøe 4 (3)
Sigrið Hansdóttir 2 (2)
Hanna Thomsen 2
Nana Yaa Deku 2
Súnfríða Fonsdal Zachariasen 2
Hervør Hansen 1
Rannvá Heinadóttir 1
Olivia Kristiansen 1

U16-kvinnur: Vundu burturúr vertunum

3. juli 2026

Føroysku U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst í ársins European Open og vundu burturúr Svøríki, 21-14, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar vinna á Svøríki á kvinnusíðuni. Føroyar gjørdust við hesum nr. 11 av 20 liðum í kappingini.

U20-kvinnur: Endaðu við sigri

3. juli 2026

Føroyar vunnu ein góðan og greiðan sigur í seinasta dystinum í HM-endaspælinum í Kina. Føroyar vunnu greitt, 40-23, móti Algeria, eftir at okkara vóru frammanfyri 23-15 í hálvleikinum.

U16-kvinnur: Javnt í týdningarleysum dysti

2. juli 2026

Tað var greitt undan dystinum móti Íslandi í dag, at Føroyar fóru at enda nr. 2 í niðara millumrundubólkinum. Føroyar vístu tó tenn, og við einum góðum endaspurti javnaðu okkara í allarseinasta sekundi til 15-15, eftir at hálvleiksstøðan var 7-6 til Ísland. Føroyar spældu uttan størsta álopsvápnið og næsttoppskjúttan í kappinini, Sigrið Hansdóttir,í dag. Hon […]

Ein loysn frá Sendistovuni